Ráðgevi hjá Trump mist trygdargóðkenning

Ráðgevi hjá Trump mist trygdargóðkenning
Versonur Donald Trump, forseta, Jared Kuscher, sum eisini er ráðgevi hjá forsetanum, hevur mist trygdargóðkenningina á hægsta stigi í Hvítu húsunum
 
28.02.2018 - 09:38

Tað siga tveir ónevndir embætismenn sambært fronsku tíðindastovuni, AFP. 

Tað merkir, at Jared Kuschner, sum er giftur við dóttur Donald Trump, Ivanku, ikki sleppur at verða hjástaddur, tá forsetin hevur sína dagligu kunning.

Tað er har, amerikanskir loynidómar verða havdir á lofti.

Fyribils góðkenningin lækkað

CNN veit at siga, at Kuschner hevur ikki verið á dagligum kunningarfundi í Hvítu húsunum síðani í síðstu viku.

Jared Kuschner hevur seinasta árið havt eina fyribils trygdargóðkenning á hægsta stigi. Men nú er stigið lækkað.

Starvsfólkaovastin í Hvítu húsunum hevur givið boð um, at persónar, sum bara hava fyribils trygdargóðkenning, fáa ikki atgongd til størstu loynidómarnar.

Nú verður gitt, at Kuschner kanska fer at hava ein minni leiklut í framtiðini.

Illgruni um Kuschner

Men tað vísir advokatur hansara aftur. 

- Tað er ikki óvanligt, at tað tekur tíð at fáa eina varandi trygdargóðkenning í einari nýggjari umsiting, sigur hann.

Robert Mueller, sum kannar sambandið hjá teimum, ið løgdu valstríðið hjá Trump til rættis, við Russland, er eisini farin at kanna Jared Kuschner fyri ymisk altjóða sambond.

Illgruni er um, at Kuschner hevði loyniligar fundir við kinesarar í tíðini eftir forsetavalið, til Trump varð tikin í eið sum forseti. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535