- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðurkoreanskur forseti í fongsul
Harafturat krevja ákærararnir eisini, at fyrrverandi suðurkoreanski forsetin, Park Geun-hye, skal gjalda 664 milliónir krónur í bót.
66 ára gamla, Park Geun-hye, varð koyrd frá sum forseti í mars í fjør í kjalarvørrinum av eini gølu, sum skakaði bæði vinnulívið og politiska landslagið í Suðurkorea.
Ein vinkona fyrrverandi forsetan, Choi Soon-sil, var eisini uppi í málinum, og fyri 14 døgum síðani dømdi ein rættur í Seoul hana 20 ára fongsulsrevsing.
Choi varð dømd sek í ákæruni fyri saman við fyrrverandi forsetanum at hava kroyst milliónir úr risafyritøkum, sum t.d. Samsung og Hyundai.
Ákæruvaldið segði, at Choi gjørdi sær dælt av myndugleikanum hjá forsetanum at fáa sær persónligan vinning, og at máa undan virðunum í grundlógini.