- Tíðindi, mentan og ítróttur
Monica Lewinsky um Clinton: #MeToo
Lewinsky sigur nú við blaðið Vanity Fair, at forsetin gjørdi sær dælt av síni støðu, tá hon sum ung í 20'unum var í starvsvenjing í Hvítu húsinum, og hann var forseti í Amerika.
- Tað, sum hendi millum meg og Clinton, var ikki kynsligur ágangur, hóast vit nú viðurkenna, at talan var um grova valdsmisnýtslu, skrivar Lewinsky í Vanity Fair.
#MeToo broytti alt
Í longri tíð hava kvinnur í øllum heiminum greitt frá ágangi, sum tær leggja menn, sum hava vald, undir at hava framt. Rørlsan, ið byrjaði við einum hashtaggi á sosiala miðlinum Twitter, tók dik á seg og fekk eisini veruligar avleiðingar - serliga í Hollywood.
Fleiri viðurkendir sjónleikarar og filmsframleiðarar hava mist arbeiði vegna teimum mongu søgunum, sum kvinnur í hópatali hava greitt frá.
Hesar frágreiðingar hava fingið Lewinsky at broyta áskoðan sum 44-ára gomul. Serliga hugsar hon um tann valdsmunin, sum var millum hana og táverandi forsetan, og hvussu hesin valdmunir hevur ávirka seg.
- Nú eri eg farin at hugsa um týdningin av, hvussu stórur valdsmunur er á einum forseta og einum persóni, sum er starvsvenjing í Hvítu húsinum, sigur hon.
- Hann var stjóri mín, hann var 27 ár eldri enn eg, og hann hevði nokk av lívsroyndum til at vita betri. Hann var á sínum professionella hæddarpunkt, meðan eg var í mínum fyrsta starvi eftir loknan lestur, sigur hon.
Lewinsky leggur kortini dent á, at hon leitar ikki eftir umbering fyri tað, sum hendi í Hvítu húsunum fyri 20 árum síðani.