Bank Nordik 233 mió. kr. í vinningi

Bank Nordik 233 mió. kr. í vinningi
BankNordik hevði 233 mió. kr. í vinningi í fjør, 42 milliónir meira enn í 2016. Okkurt um helvtin kemur frá virkseminum í Danmark og Grønlandi.
 
27.02.2018 - 08:46

Fyri niðurskrivingar er rakstraúrslitið 173 milliónir.

Bankin metir útlitini fyri 2018 vera góð og væntar ein framhaldandi vøkstur í eftirspurningi frá bæði húsarhaldum og fyritøkum. 

Bankin væntar 160 til 200 milliónir í vinningi fyri niðurskrivingar í ár.

Bankin inntøkuførdi aftur niðurskrivingar fyri 60 mió. kr. í fjør.

Virksemið hjá dótturfeløgum bankans royndist eisini væl í 2017, sigur BankNordik. 

Trygd hevði størri inntøku og lutfalsliga fáar tryggingarskaðar samanborið við 2016. 

Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum sæst aftur í roknskapinum hjá Skyn, sum seldi 189 ognir í 2017 og 182 í 2016. 

BankNordik fer í framtíðini at rinda 20 til 40% av úrslitinum í vinningsbýti. 

Uppskot er um, at vinningsbýtið verður 40 mió. kr. fyri 2017. 

Vinningsbýtið verður tí 4,00 kr. fyri partabrævið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179