- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin tekin um vápnahvíld í Sýria
Leygardagin samtykti ST-trygdarráðið einmælt at 30-daga vápnahvíld sum skjótast skal lýsast í økinum, har uppreistrardeildir hava valdið, - uttanfyri sýriska høvuðsstaðin Damaskus, - so at neyðhjálp kann flytast til økið, og at sjúk og særd kunnu flytast burtur.
Men í gjár vóru eingi tekin um vápnahvíld. Skotbardagar vóru, og sambært felagsskapinum SOHR lótu í minsta lagi 14 fólk lív í gjár, - teirra millum trý børn.
Í seinastu viku doyðu 530 sivilfólk í álopum frá sýriskum bumbuflogførum og herdeildum í Eystur-Goutha. 130 av teimum deyðu vóru børn, sigur SOHR.
Um vikuskiftið vórðu eisini harðir samanbrestir. Í minsta lagi 13 hermenn hjá sýrisku stjórnini og seks uppreistrarfólk frá Jaish al-Isla-bólkinum, doyðu í syðra parti av uppreistrarøkinum.
Ein av leiðarunum í Jaish al Isla, Mohammed Alloush, váttar fyri AFP, at bardagar hava verið í økinum.
Sambært heilsustarvsfólkum í Eystur-Goutha, doyði eitt barn, eftir at tað hevði andað okkurt slag av gassi í seg, og 13 onnur eru í viðgerð, tí tey hava ilt við at anda.
Verjumálaráðið í Moskva sigur, at uppreistrardeildir skipa álopini sum eina roynd at fáa lond í Vesturheiminum at leggja uppí.
- Leiðararnir fyri vápnaðu bólkunum leggja til rættis álop við eiturevnum fyri at kunna skuldseta stýrið fyri at brúka evnafrøðilig vápn, stendur í fráboðan frá russiska verjumálaráðnum.
Men tað er í morgun framvegis ivasamt, nær vápnahvíld verður.
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og franski forsætisráðharrin, Emmanuel Macron, tosaðu ígjár við russiska forsetan, Vladimir Putin, og heittu á hann um at leggja stórt trýst á sýriska forsetan, Bashar al Assad, um í stundini at steðga álopunum móti Eystur-Ghouta.