Bjarni Hammer lagdur undir at skaffa hassj

Bjarni Hammer lagdur undir at skaffa hassj
Sosialurin leggur í dag Bjarna Hammer undir at hava roynt at skaffa hassj til ungar kvinnur. Bjarni Hammer afturvísir skuldsetingunum
Sosialurin tann 26. februar 2018
Mynd: Sosialurin  
 
26.02.2018 - 17:32

Leingi hava leysasøgur gingið um, at Sosialurin hevur arbeitt við eini søgu um Bjarna Hammer, tinglim og løgreglumann, sum keldur hjá blaðnum søgdu hevði við hasj at gera.

Mikudagin gingu leysasøgurnar sum rótasúpan, eisini í sjálvum tinginum, og seinni hendan dag skrivaði vágaportalurin, at tveir danskir politistar høvdu verið í Føroyum og tosað við Bjarna Hammer um málið.

Afturvísir allar skuldsetingar

Fútin hevði onga viðmerking, og so kom Bjarni Hammer sjálvur við tíðindaskrivi til Vágaportalin, har hann vísti øllum skuldsetingum frá sær, men segði, at tveir danskir løgreglumenn høvdu biðið seg um eina samrøðu umborð á Smyrli fyri góðum tveimum vikum síðani. Hetta var nakað eftir, at Sosialurin - sum ikki hevði almannakunngjørt nakað - hevði valt at melda málið til løgregluna.

"Eg skal boða frá, at eg aldrin nakrantíð havi selt nøkrum rúsevni", skrivaðí Bjarni Hammer m.a. í fráboðanini sambært Vágaportalinum.

Sosialurin avdúkar

Í dag hevur Sosialurin fleiri greinar um málið. Á forsíðuni er mynd av Bjarna Hammer við tekstinum "vildi skaffa hasj til ungar kvinnur".

Eisini stendur á forsíðuni, at Bjarni Hammer skal hava sagt, at hann hevur tætt tilknýti til mann, sum innflytir hasj.

Blaðið skrivar ikki, hvat slag av tilfari ella prógvum journalistarnir hava latið løgregluni. Men eftirsum blaðið endurgevur úr m.a. telefonsamrøðu, so ber til at gita, at talan man vera um upptøku.

"Plaga ikki at ganga nógvir dagar, har hann ikki hevur nakað"

Ein telefonsamrøða skal vera frá 22. desember, har Bjarni Hammer verður endurgivin soleiðis:

"Eg havi tosað við XXX (navngivnan persón), og  hann sigur, at hann hevur einki nú, men ætlar at skaffa
okkurt millum jól og nýggjár. Lat meg siga tað soleiðis, tað plaga ikki at ganga nógvir dagar, har hann ikki hevur nakað"

So skal keldan hjá blaðnum hava sagt soleiðis við Bjarna Hammer:

"So um nakrar fáar dagar, so hevur hann, og tú?"

Og Bjarni Hammer skal tá hava svarað: "Ja, tað rokni eg við".

Sosialurin skrivar eisini, at Bjarni Hammer skal hava sagt, at hesin maðurin, sum Hammer kallar primus motor tá tað kemur til hassj, skal vera ein góður vinmaður.

Sosialurin latið málið til løgregluna

Sosialurin ger eitt sindur burtur úr at siga, at óvanligar arbeiðsmetodur eru brúktar í hesum málinum.

"Vanliga avdúka vit við at grava í farnum hendingum, men í hesum førinum hevur Sosialurin átikið sær leiklutin sum viðleikari í einari - í ringasta føri - ólógligari hending í royndini at finna fram til ólógligt virksemi hjá einum tingmanni, løgreglumanni og býráðspolitikara". 

Blaðið skrivar eisini soleiðis um, at tey hava latið løgregluni málið: 

"Løgreglan yvirtekur ikki málið beinanvegin. Heldur er narkodeildin á síðulinjuni og fylgir við í tí, sum Sosialurin og keldurnar gera og sendir kunning víðari til donsku starvsfelagarnar orsakað av gegnistrupulleikum".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981