- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veiðigjaldið seinkað
Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum hevur sett veiðigjaldið á skrá fyri næsta fundin í nevndini, sum verður hósdagin í næstu viku.
Uppskotið um veiðigjaldið hevur verið leingi í Vinnunevndini. Nevndin bað um longda freist at viðgera uppskotið, men tann freistin var úti 16. februar. Enn hevur nevndin ikki biðið um longda freist frá formansskapinum, sigur Bjørt Samuelsen.
Kommunurnar missa milliónir
Eftir uppskotinum missa kommunurnar 8 milliónir krónur í inntøkum, tá veiðigjaldið er samtykt.
Kommunurnar hava gjørt vart við seg, tí tær halda tað ikki vera rætt, at landið samtykkir broytingar, sum hava við sær, at kommunurnar missa stórar upphæddir í inntøkunum.
Málið um pengarnar, sum skulu halda kommunurnar skaðaleysar av uppskotinum til veiðigjald, er ein av spurningunum, sum ikki enn er loystur, men hann verður umrøddur, sigur Bjørt Samuelsen.
Og semja er heldur ikki um, um verandi uppskot skal vera grundarlag fyri veiðigjaldinum. Tí verður eisini arbeitt við, og Bjørt Samuelsen sigur, at eftir øllum at døma verður uppskotið broytt, so veiðigjaldið ikki fer at krevja so nógv frá vinnuni, sum uppskotið leggur upp til.
Hetta eru alt viðurskifti, sum arbeitt verður við, og tí tekur tað eitt sindur av tíð afturat, áðrenn klárt verður at leggja álit fyri løgtingið, sigur Bjørt Samuelsen.