Versonur hjá Trump kannaður av FBI

Versonur hjá Trump kannaður av FBI
Serligi ákærin í USA, Robert Mueller, sum m.a. kannar sambandið millum valstríðið hjá Donald Trump til Russlands, kannar nú eisini verson Trump
 
20.02.2018 - 08:56

Serligi ákærin í USA, Robert Mueller, sum m.a. kannar sambandið hjá teimum, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, til Russlands, hevur nú serligan áhuga fyri Jared Kushner, sum er versonur og ráðgevi hjá Donald Trump.

Tað skrivar CNN.

CNN veit at siga, at Mueller er farin at kanna fundir, sum Kuschner hevur havt við eitt nú kinesarar.

Kuschner, sum er giftur við Ivanku Trump, hevði eftir øllum at døma fundir við møguligar íleggjarar, teirra millum umboð fyri Kina, í tíðarbilinum eftir valið, til Donald Trump varð tikin í eið sum forseti.

Sambært CNN skal Kuschner hava roynt at faa íleggjararnar at seta pening í ein skrivstovubygning, sum fyritøkan Kuschner Companies eigur í.

Ógreitt er, hví Robert Mueller hevur so stóran áhuga fyri júst hesum málinum, men Jared Kuschner hevði ein týdningarmiklan leiklut í sambandinum við útlendskar stjórnir, áðrenn Trump varð tikin í eið sum forseti.

Kuschner er fyrr komin við ábendingum um, at hann hevåu samband við meira enn 50 fólk í 15 ymiskum londum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155