Trump finnist at FBI

Trump finnist at FBI
Amerikanska samveldisløgreglan hevur viðgingið, at hon gjørdi einki við eitt prei um drápsmannin, Nikolas Cruz, sum drap 17 fólk herfyri
 
20.02.2018 - 08:12

Fyri stutt skeyt og drap Nikolas Cruz 17 fólk á einum skúla í Parkland í Florida. Nú vísir tað seg, at amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevði fingið eitt prei um drápsminnin áðrenn skottilburðin. 

Hetta hevur fingið Donald Trump, forseta, til at finnast hvassliga at FBI. 

Brúka tíðina upp á russarar

Forsetin sigur, at orsøkin er, at samveldisløgreglan brúkar ov nógva tíð at royna at prógva, at russar samstarvaðu við tey, sum løgdu valstríðið hjá Trump til rættis.

13 russarar eru skuldsettir í málinum, men Trump vísir aftur, at starvsfólk hjá sær samstarvaðu við russar undir valstríðnum.

Verjin hjá Nikolas Cruz fanst eisini at FBI, tá málið kom fyri rættin. 

Verjin segði, at øll reyð fløgg veittraðu í fullari stong, tí Nikolas Cruz á Youtube boðaði frá, at hann ætlaði at vera professionellur skúla-skotmaður, sum hann tók til. 

Á Instagram vóru myndir av vápnum, og vápnið, sum hann brúkti at skjóta við, keypti Cruz ólógliga. Hann varð eisini koyrdur úr skúlanum, tí hann hevði hótt næmingar, segði verjin á rættarfundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155