- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar dottið niður í Iran
BBC skrivar, at flogfarið datt niður í Zagros-fjøllunum í nógvum mjørka, og at nógvur vindur og kavi noyddi bjargingarlið at gevast við leitingini í gjárkvøldi.
Flogfarið var av slagnum ATR 72-500 og skuldi úr høvuðsstaðnum Teheran til Yasuj í útsynningspartinum av Iran. Tað datt niður seint seinnapartin í gjár, ein góðan tíma eftir fráferð.
Vanlukkustaðið er umleið 22 kilometrar frá Yasuj, skrivar BBC.
Tað hava verið nógvar flogvanlukkur í Iran tey seinastu árini, og iranski flogfarsflotin eldist.
Vegna altjóða revsitiltøkum í eini roynd at forða iransku kjarnorku-ætlanirnir, stríðist landið við at útvega eykalutir, ið skulu til fyri at halda flogførini við líka.