- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fregnartænastur ávara móti at keypa Huawei
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/huawei.jpg?itok=JUl-yeRM)
Ein hoyring hevur verið í fregnartænastunevndini hjá amerikanska senatinum, og har ávaraðu leiðararnir í teimum trimum fregnartænastunum, CIA, FBI og NSA, amerikanarar ímóti at keypa kinesisku telefonirnar, tí tær eru ein vandi fyri trygdina, skrivar CNN.
Huawei hevur júst sent eina nýggja fartelefon á amerikanska marknaðin.
Stjórin í FBI, Chris Wray, segði fyri senatsnevndini, at tað er ein váði at loyva einum felagi, "sum hoyrir til eitt fremmant vald," sum hann tók til, inn í undirstøðukervið á telesamskiftisøkinum.
- Tað gevur møguleika at stjala upplýsingar og at njósnast, uttan at tað verður avdúkað, segði Chris Wray.
Huawei er vorðin ein heimsumfatandi telefyritøka, og hon hevur eisini selt útgerð til føroysku telefeløgini.