Nýggjur forseti í Suðurafrika

Nýggjur forseti í Suðurafrika
Suðurafrikanska tingið hevur valt Cyril Ramaphosa til nýggjan forseta, eftir at fyrrverandi forsetin í gjár boðaði frá, at hann legði frá sær
Cyril Ramaphosa er nýggi forseti í Suðurafrika
 
15.02.2018 - 15:11

Í gjár boðaði Jacob Zuma, forseti, frá, at hann legði frá sær, og leiðandi hægstarættardómarin las umbønina frá Jacob Zuma um at verða loystur úr forsetaembætinum, áðrenn atkvøtt varð í tinginum.

Zuma hevur verið undir hørðum trýsti frá sínum egnu at leggja frá sær, tí hann er lagdur undir mutur.

- Eg havi tænt fólkinum í Suðurafrika eftir besta førimuni, segði 75 ára gamli Jacob Zuma, sum í fyrstu syftu sýtti fyri at leggja frá sær.

Ætlanin var at at reisa misálit á Zuma í dag, men tað varð av ongum, tí hann avgjørdi at leggja frá sær.

Jacob Zuma var formaður í ANC til desember í fjør, tá Cyril Ramaphosa tók við formanssessinum.

Í dag var Ramaphosa so valdur til forseta eftir Jacob Zuma.

AFP-tíðindastovan skrivar, at suðurafrikanska løgreglan hevur givið boð um at handtaka Ajay Gupta, sum er ein av trimum brøðrum í einum húski í Suðurafrika.

Gupta-húskið verður sett í samband við fleiri mál um mutur, sum fyrrverandi forsetin, Jacob Zuma, eisini er undir illgruna at hava verið uppií. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155