- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevja at Zuma leggur frá sær
Krevja at Zuma leggur frá sær
Umstríddi forsetin í Suðurafrika, Jacob Zuma, skal leggja frá sær alt fyri eitt. Tað er kravið frá leiðsluni í flokkinum ANC, skriva fleiri miðlar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0b5c2c60063b9f6fc7ee1f41c6c89689.png?itok=ekZTLK4l)
13.02.2018 - 09:30
Enn er eingin almenn fráboðan komin, men flokkurin fer seinni í dag at hava tíðindafund um politisku framtíðina hjá 75 ára gamla, Jacob Zuma, sum verður lagdur undir mutur.
Jacob Zuma hevur verið forseti í Suðurafrika síðani 2009.
800 ákærur um mutur eru reistar ímóti forsetanum, men hann hevur politiskt órin, og tí hevur Zuma ikki viljað lagt frá sær sjálvboðin.
Jacob Zuma legði frá sær sum formaður í ANC í desember.
Forsetaskeið hansara er úti næsta ár, men hann hevur verið undir stórum trýsti at lata valdið frá sær varaforsetan, Ramaphosa, sum eisini er leiðari í ANC.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV