TDC og MTG leggja ikki saman kortini

TDC og MTG leggja ikki saman kortini
Ætlanin at leggja danska telerisan, TDC, og fyritøkuna Modern Times Group, sum m.a. eigur TV3 sjónvarpsrásirnar og Viasat, verður av ongum
Fyrisitingarstjóri í TDC á tíðindafundi fyri døgum síðani, tá samanleggingin varð kunngjørd. Nú verður av ongum.
Mynd: Foto: Uffe Weng / Ritzau Scanpix  
 
12.02.2018 - 12:51

MTG upplýsir, at nevndin í TDC hevur biðið um ætlanin verður slept, og TDC váttar eisini hetta í eini fráboðan til keypsskálan.

TDC var annars til reiðar at keypa norðurlendska partin av Modern Times Group fyri 15 milliardir krónur.

Keypið hevði borið í sær, at TDC fekk atgongd til innihald frá Viasat, Viaplay og TV3. 

Nógv bendir á, at samanleggingin verður av ongum, tí eitt samtak ætlar at keypa øll partabrøvini í TDC, og tað boðar TDC eisini keypsskálanum frá.

Telerisin sigur einki um, hvør liggur framvið at keypa TDC, og hvussu stórt tilboðið er. Men í síðstu viku kom fram, at danskir pensjónsgrunnar eru við í samtakinum, og at boðið er millum 47 og 48 krónur fyri hvørt partabræv.

Tá tíðindini bórust um, at samanleggingin av TDC og MTG verður av ongum, hækkaðu partabrøvini í TDC fimm prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155