- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumburnar regna yvir Ghouta í Sýria
Seinastu dagarnar hava bumburnar regnað niður yvir býin Ghouta í Sýria, og 229 fólk eru deyð innan fáar dagar.
Børn og sivil doyggja í hungri, og býurin stinkar av blóði og deyða, skrivar journalisturin Anna Sol Jørgensen á dr.dk.
Ógvusligu bumburnar og høgu deyðstølini seinastu dagarnar fingu í morgun ovasta leiðaran fyri Trygdarráðið hjá ST at heita á Rusland um at steðga álopunum alt fyri eitt, so Reyði Krossur sleppur framat við neyðsynjarvørum og at flyta sjúk fólk og forkomin børn úr býnum.
Men tað rínir ikki við. Russland avvísir vápnahvíld í økinum, skrivar dr.dk
Í december hómaðist ein skáði, har Reyði Krossur slapp framat kringsetta býnum, men einans 29 vóru bjargaði, so var býurin avbyrgdur aftur.
Síðani hava hjálparfelagsskapir einki kunnað gjørt, men hava bara verið áskoðarar til ræðuleikarnar har børn og gomul doyggja av bumbun og í hungri.
Ghouta druknar í blóði, sigur ein lækni á staðnum
- Fólkini í býnum yvirliva við at eta djóramat og gamlan mat, sum er burturbeindur, men nú er heldur einki eftir av tí, tí býurin hevur verið kringsettur so leingi, at eisini skrellið er uppi, sigur danski landaovastin Jacob Kern, sum leiðir matvøruætlanina hjá ST í Sýria.