Mæla frá hægri botnfrádrátti í kommunuskattinum

Mæla frá hægri botnfrádrátti í kommunuskattinum
Líkt er til, at uppskotið hjá Fólkaflokkinum eisini fellur í hesi tingsetuni
Fólkaflokkurin vil hava botnfrádráttin í kommunuskattinum hækkaðan
 
08.02.2018 - 12:20

Meirilutin í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, umboðini hjá samgonguni og Kristin Michelsen, hava ta fatan, at kommunurnar hava avmarkaðan áhuga í at áseta botnfrádáttin í skattinum sjálvar. 

Fíggjarnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at lækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, so lægstu inntøkurnar fáa skattalætta.

Fólkaflokkurin skjýtur upp, at kommunurnar skulu fáa heimild at hækka botnfrádráttin úr 30.000 upp í 65.000 krónur. Frádrátturin í landskattinum er 65.000 kr.

Fíggjarnevndin hevur havt málið síðani 15.november.

Meirilutin mælir frá at samtykkja uppskotið.

Meirilutin heldur tó, at heimild til kommunurnar sjálvar at áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum kundi givið kommununum eitt kærkomið skattligt stýringaramboð afturat kommunuskattaprosentinum og barnafrádráttinum. 

Ringar avleiðingar

Men neiligu avleiðingarnar eru størri. Millum annað kann hugsast, at smáu kommunurnar ikki fara at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín. 

Meirilutin hevur eisini ta fatan, at áhugin hjá kommununum fyri møguleikanum sjálvar at áseta botnfrádráttin er avmarkaður.

Andstøðumenninir í Fíggjarnevndini mæla tinginum til at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum. 

Uppskotið lættir um skattabyrðuna hjá teimum lægst løntu, sum bara rinda kommunuskatt, sigur minnilutin.  
 
Fólkaflokkurin hevði eitt líknandi uppskot í síðstu tingsetu, men tað vann ikki frama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109