Handlar í Føroyum loyvi at vraka danskar seðlar

Handlar í Føroyum loyvi at vraka danskar seðlar
Føroyskir pengaseðlar ikki lógligur gjaldmiðil í Danmark og danskir ikki í Føroyum
Føroyskir seðlar eru bara lógligir at keypa fyri í Føroyum.
 
07.02.2018 - 07:55

Handlar í Føroyum hava fullan rætt til at nokta at taka danskar pengaseðlar.

Tí danskir seðlar eru ikki lógligir at gjalda við í Føroyum.

Tað sigur Brian Mikkelsen, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi, hví tað ikki ber til at brúka føroyskar pengaseðlar í Danmark. 

Líka lítið sum føroyskir seðlar eru lógligur gjaldmiðil í Danmark, eru danskir seðlar lógligur gjaldmiðil í Føroyum, sigur Brian Mikkelsen.

Sjálvboðið

Men hann leggur afturat, at handlar og onnur kunnu sjálvboðin taka danskar seðlar í Føroyum og føroyskar seðlar í Danmark. 

Brian Mikkelsen sigur, at peningastovnar í Danmark hava ikki skyldu til at veksla føroyskar seðlar til danskar.

Men teir kunnu tó gera tað, og taka sær samsýning afturfyri.

Tjóðbankin kann veksla uttan samsýning.

Eingin broyting

Ráðharrin sigur, at tað fer at kosta vinnurekandi og brúkarum, um føroyskir seðlar við lóg skulu gerast lógligur gjaldmiðil í Danmark. 

Hann hevur tí onga ætlan um slíka lógarbroyting, sum áleggur handlum í Danmark at taka føroyskar seðlar. 

Brian Mikkelsen vísir føroyingum, sum ferðast í Danmark, á møguleikan at brúka gjaldskort.

Hann sigur, at bara ein fjórðingur av tí, sum verður keypt í handlum í Danmark, verður goldin við reiðum peningi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946