Glasir liðugur í summar

bannari
Glasir liðugur í summar
Glasir verður liðugur, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina. Longu í apríl flyta næmingar inn, sigur Ewald Kjølbro, stjóri Landsverki
 
07.02.2018 - 08:48

Glasir verður liðugur, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina. Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Í apríl verður farið undir at flyta útgerð inn í sættu hæddina, sum er ovasta hæddin. Og so líðandi verður útgerð eisini flutt inn í hinar hæddirnar í bygninginum, so klárt verður í august, sigur hann.

Byggingin gongur sambært Ewaldi Kjølbro eftir ætlan, og avtalan er, at 6. apríl verður byrjað at flyta útgerð inn á ovastu hæddina. 

Gerðarrættarmál ikki avgjørt

Løgtingið játtaði í oktober í fjør 113,5 milliónir krónur afturat til Glasir, sum hevði við sær, at samlaði kostnaðurin kom upp í 636,5 milliónir krónur.

87 milliónir skulu brúkast at leggja út, til gerðarrætturin hevur tikið støðu til krøvini frá Landsverki móti byggifelagnum TG Verki og tryggingarfelagnum AXA. So endaligi byggikostnaðurin verður ikki greiður, fyrr enn gerðarættarmálið er avgreitt.

26,5 milliónir krónur skuldu nýtast til nýggj teknisk undirvísingaramboð og flagtekju

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990