Anders Samuelsen revsar Lavrov

Anders Samuelsen revsar Lavrov
Danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, fanst í fleiri førum at Russlandi, tá hann hitti russiska starvsbróðurin, Sergej Lavrov, í gjár
 
07.02.2018 - 10:20

Á tíðindafundi eftir fundin við Lavrov í Moskva í gjár, segði Anders Samuelsen, at Russland hevur stóra ábyrgd av at loysa kreppuna í eystara parti av Ukraina.

Hon hevur kostað meira enn 10.000 mannalív síðani 2014.

Russiski uttanríkisráðharrin fekk eisini at vita, at Danmark hevur hækkað játtanina til verjuna.

Anders Samuelsen fanst eisini at Russlandi fyri at dubba seg hernaðarliga fram við markinum til baltisku londini.

- Hóast vit eru eitt lítið land, hevur tað týdning, at vit gera vart við, at altjóða lógir verða hildnar, segði Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, við danskar miðlar eftir fundin við russiska uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í Moskva í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946