Fleri brot á grannskoðanarlógina nerva eftirlitið

Fleri brot á grannskoðanarlógina nerva eftirlitið
Búnaðargrunnurin vil ikki lata løgtingsgrannskoðarunum grannskoðanarprotokollina. Hon er innanhýsis skjal, sigur stýrið
Búnaðargrunnurin ger kanska, at reglurnar um almenna grannskoðan verða broyttar.
 
06.02.2018 - 10:24

Búnaðargrunnurin er orsøkin til, at reglurnar um upplýsingar um grannskoðan, sum verða latnar løgtingsgrannskoðarunum, kanska verða broyttar.

Løgtingsgrannskoðararnir fara at viðgera málið í morgin.

Sambært skjølum, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið, er Landsgrannskoðanin misnøgd við kunningina um roknskapin hjá Búnaðargrunninum fyri 2016.

Tað vanliga er, at Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir fáa protokollina, tað er allar upplýsingar, frá privata grannskoðaranum. 

Hana fingu løgtingsgrannskoðararnir ikki í fjør. Teir fingu í staðin fyri eina frágreiðing um grannskoðanina hjá Búnaðargrunninum.

Men hon er so stutt og hevur so fáar upplýsingar, at ikki ber til at meta um grannskoðanina, ella fáa eina heildarmynd av Búnaðargrunninum, og hvussu hann verður rikin.    

Talan er um fleiri brot á grannskoðanarlógina, sum hava týdning fyri eftirlitið bæði hjá løgtingsgrannskoðarunum og hjá landsstýrismanninum, skrivar landsgrannskoðarin, Beinta Dam, í einum uppriti. 

Einki dult

Spekt, sum er grannskoðari hjá Búnaðarstovnuni, svarar, at Spekt á ongan hátt ætlar at halda aftur upplýsingum og viðmerkingum, sum tey eru vorðin varug við, tá tey hava grannskoðað Búnaðargrunnin.

Allar viðmerkingar, sum sambært Spekt hava týdning, eru í frágreiðingini, sum varð send løgtingsgrannskoðarunum.

Spekt sigur, at stýrið hjá Búnaðargrunninum segði, at bara tað skal hava grannskoðanarprotokollina, tí hon er eitt innanhýsis skjal, sum bara er ætlað stýrinum. 

Spekt eftirlýsir eisini nærri reglum um uppseting og innihald í frágreiðingum um grannskoðan, sum verður send løgtingsgrannskoðarunum.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981