- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elligamal býur funnin í skóginum í Guatemala
Talan er um túsundtals bygningar, sum hoyrdu til mayafólkið, sum eru komnir undan kavi. Hetta bendir á, at tað búðu fleiri milliónir meiri av fólki í økinum enn higartil mett.
Ein granskingarbólkur úr USA, Evropa og Guatamala stendur á odda fyri avdúkingini.
Og nú meta tey, at tað búðu umleið tíggju milliónir fólk í økinum, har nýggja avdúkingin er gjørd. Tað er tvífalt ella trýfalt so nógv, sum áður mett.
Í kanningum sínum hava tey nýtt serliga lasara-tøkni til at kortleggja stóra økið í frumskóginum í Guatamala.
Her kom fram, at mayafólkið í nógv størri mun enn higartil hildið, gagnnýtti økið. Fleiri staðni var 95 prosent av økinum nýtt til landbúnað.
Sambært granskarunum var landbúnaðurin munandi meiri djúptøkin og burðardyggur enn higartil hildið. Somuleiðis benda framkomnir verjuskansar, gravir, veitir og vatningarskipanir á, at mayafólkið skipaði arbeiðsorkuna ógvuliga væl.
Í samband við nýggju avdúkingarnar hava tey skrásett 60.000 bygningar, millum annað fýra stórar bygningar við torgum og pyramidum.
Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.