- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja fyrrapartin um lodnuna við Ísland
Semja fyrrapartin um lodnuna við Ísland
Fyrstu føroysku skipini fara undir Ísland seinnapartin
29.01.2018 - 12:39
Føroyar og Ísland eru vorðin samd um lodnuna í ár
Norðborg fer av stað til Íslands klokkan trý seinnapartin. Norðborg fer at fiska lodnu, sigur skiparin, Jón Rasmussen.
Tað er ikki eydnast okkum at fáa orð á Høgna Hoydal, landsstýrismann, fyri at vita, hvat stendur í semjuni, hann hevur gjørt.
Sum skilst, eru hann og íslendski fiskimálaráðharrin, Kristján Þór Júlíusson, vorðnir samdir fyrrapartin.
Høgaberg ger eisini klárt at fara til Íslands eftir lodnu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV