Meirilutan minnir á eykabýráðsfund og nevndarval

Meirilutan minnir á eykabýráðsfund og nevndarval
Hvørki eykabýráðsfundurin ella útsetti byráðsfundurin á Tvøroyri eru lýstir enn
Friðsæla á Tvøroyri, men ikki í býráðnum.
 
11.01.2018 - 13:21

Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri sendi fyrrapartin borgarstjóranum og kommunustjóranum eina áminning um eykabýráðsfundin, sum meirilutin bað um mánadagin.

Nýggi meirilutin á Tvøroyri vil hava býráðsnevndirnar valdar av nýggjum. 

Tey vildu hava tær valdar longu 29. desember. Men tað vildi borgarstjórin ikki.

Hann boðaði frá, at tær kundu veljast á fyrsta byráðsfundinum í ár, sum varð settur at vera mánadagin, 8.januar.

Hann varð útsettur uttan grundgeving.

Sum skilst hevur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, vent sær til formannin í javnaðarflokkinum og samgonguleiðaran, Aksel V. Johannesen, um stríðið í býráðnum á Tvøroyri.

Kristin Michelsen er ikki valdur í býráðið fyri Javnaðarflokkin.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881