- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki so ljót kortini
Ikki so ljót kortini
Onnur mynd av nýggju poltistøðini í Havn, sum sigst vera tann rætta, er komin í ljósmála
11.01.2018 - 07:08
Hon er ljót, søgdu nógv, tá tey týsdagin sóu nýggju politistøðina við Húsagøtu í Havn her á kvf.fo.
Myndina tók Kringvarpið á heimasíðuni hjá Bygningsstyrelsen, sum skal byggja politistøðina í Havn í gamla BankNordik bygninginum.
Myndin var saman við grein um verkætlanina.
Tá myndin hevði verið á kvf.fo í meira enn eitt samdøgur, gjørdi politiið í Føroyum vart við, at hetta var ikki rætta myndin.
Myndin, sum sigst vera tann rætta, er nú á heimasíðuni hjá Bygningsstyrelsen.
Og so kunnu fólk sjálvi døma, um politistøðin er vakrari nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV