- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran bannar nú undirvísing á enskum í skúlunum
Iran bannar nú undirvísing á enskum í skúlunum
Avgerðina hevur andaligi leiðarin, Ali Khamenei tikið, tí hann heldur, at fremmant mál í smáu skúlaflokkunum er mentanarágangur úr vesturheiminum
Mynd: ap
07.01.2018 - 16:11
Mehdi Navid-Adham, sum er leiðari fyri almennu skúlaskipanini, vísir til iranska lóg sum sigur, at frálæra í enskum í almennum og privatum skúlum, er móti iranskari lóg
Iransku mynduleikarnir hava seinastu dagarnar givið USA, og øðrum iranskum fíggindum, skylduna av mótmælisgongunum, sum seinastu seinastu vikurnar hava verið í fleiri iranskum býum.
Mótmælisfólkini hava rópt ókvæminorð eftir stjórnini í landinum og andaliga leiðaranum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV