“Fire and Fury: Inside the Trump White House”

“Fire and Fury: Inside the Trump White House”
Bókin gongur sum heitt breyð. Longu fyrsta dagin er bókin útseld og kann nú einans keypast um ebók, sigur forlagið Henry Holt and Company
Fire and Fury: Inside the Trump White House
Mynd: Savn  
 
07.01.2018 - 13:06

Flestu stórbýir í Amerika, sum høvdu fingið bókina,  “Fire and Fury: Inside the Trump White House” á søluhillina, siga at øll eintøkini vóru skrødd burtur fyrsta dagin, og at nú mugu tey bíða nakrar vikur til bókin verður prentað av nýggjum.

Ætlanin var, at bókin skuldi gevast út í morgin, 8. januar, men av tí at Trump hótti við at steðga útgávuni, orsaka teimum avdúkingum, sum framganga í bókini, avgjørdi útgávufelagið, Henry Holt and Company, at framskunda útgávuna, so bókin kom í sølubúðirnar fríggjadagin.

Tað er rithøvundin Michael Wolff, sum hevur skrivað bókina um Trump og lívið í Hvítu Húsunum hesar fyrstu 12 mánaðirnar hjá Donald Trump sum forseti í USA.

Michael Wolff hevði í juni 2016 skrivað eina grein um Trump, og Trump dámdi so væl greinina, at hann nú gav Wolff loyvið at koma inn í Hvítu Húsini og ferðast sum 'flugan á vegginum' fyri at skriva um arbeiðsgongdina í Hvítu Húsunum.

Nú bókin skal gevast út eru fleiri avdúkingar í bókini, sum forsetin ikki brýggjar seg um, og vildi tí steðga útgávuni. Hetta hevur so fingið útgávufelafgið Henry Holt and Company at framskunda útgávuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155