- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna framvegis skotið á Argjum
Ein teknikari er komin úr Danmark at kanna skottilburðin á Argjum mikudagin 20.desember.
Tað upplýsir Kriminaldeildin hjá politinum, sum kannar málið.
Ein drongur, yngri enn 18 ár, er skuldsettur fyri at hava skotið gjøgnum takið á einum sethúsum inn í húsini.
Hann noktar seg sekan.
Politiið vil ikki geva nógvar upplýsingar um hendingina, men talan er ikki um høglbyrsu.
Talan er um eittans skot.
Nógv skotvápn
Tá illgrunin fall á skuldsetta drongin, varð húsarannsókn gjørd heima hjá honum.
Har fann politiið fleiri skotvápn og tók tey við sær.
Nú verður kannað, hvør eigur hesi vápnini og, um eigararnir hava vápnaloyvi.
Av tí at skuldsetti drongurin er yngri enn 18 ár, er mál hansara latið barnaverndini.