Kommunurnar 100 milliónir meira í skatti

Kommunurnar 100 milliónir meira í skatti
Landsskatturin var eina milliard og 440 milliónir krónur í fjør
 
03.01.2018 - 10:48

Kommunurnar fingu góðar 100 milliónir krónur meira í skatti í fjør, og skattainntøkan hjá landinum vaks slakar 50 milliónir kr. 

Tað vísir eitt yvirlit yvir fyribilsskattin í 2017 hjá Taks.

Skattainntøkurnar hjá kommununum vóru slakar 1,8 milliardir krónur í fjør. Í fyrraárið fingu kommunurnar umleið 1,7 milliardir í skatti. 

Vøksturin er góð seks prosent.

Landsskatturin í fjør var eina milliard og 440 milliónir krónur. Tað eru sløk fýra prosent meira enn árið fyri.

Eftirlønarskatturin var 27,5 milliónir størri enn í fyrraárið, ella 10 prosent, og kirkjuskatturin vaks 2,4 milliónir. 

Tað er hálvt fimta prosent meira enn í 2016, vísir yvirlitið yvir fyribilsskattin í fjør hjá Taks. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946