Svøríki broyttan hugburð um integrasjón

Svøríki broyttan hugburð um integrasjón
Borgarligir flokkar hava í mong ár brúkt Svøríki sum eitt vánaligt dømi, tá ið ræður um at integrera flóttafólk og innflytarar. Nú tykist vera vent
 
23.12.2017 - 13:34

Borgarligir flokkar hava í mong ár brúkt Svøríki sum eitt vánaligt dømi um, hvussu tú ikki skal gera, tá ið ræður um at integrera flóttafólk og innflytarar. 

Og nú tykist hugburðurin at verða broyttur.

- Integrasjónin riggar ikki, sum hon skal, sigur sosialdemokratiski fíggjarmálaráðharrin, Magdalena Andersson, í samrøðu við Dagens Nyheter.

Og tað er ikki bara seinastu árini, at skeivur politikkur hevur verið rikin, sigur hon. 

- Tað ber ikki til at taka ímóti fleiri flóttafólkum, sum biðja um friðskjól, enn vit eru før fyri at integrera. Tað verður ikki gott fyri tey, sum koma higar, og heldur ikki fyri samfelagið, sigur Magdalena Andersson.

Fíggjarmálaráðharrin fer so langt sum at heita á flóttafólk á evropeiska meginlandinum um at fara til onnur lond enn til Svøríkis.

- Hetta er ein avbjóðing hjá okkara samfelag. Tað eru størri møguleikar at fáa útbúgving og bústað í øðrum evropeiskum londum.
Og málsviðgerðin har tekur eisini styttri tíð, sigur Magdalena Andersson.

Moderati flokkurin tekur væl ímóti útsøgnini hjá svenska fíggjarmálaráðharranum.

Elisabeth Svantesson, næstforkvinna í flokkinum, sigur, at tað er ikki nóg mikið at tosa um hetta málið. 

- Vit skulu hava ein strangan útlendingapolitikk, og vit eiga skjótast til ber at skifta orð um, hvussu skipanin í framtíðini skal síggja út, sigur hon við Dagens Nyheter. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155