Pistorius kærir dómin

Pistorius kærir dómin
Oscar Pistorius er dømdur fyri at hava dripið unnustu sína, men fer at kæra dómin um at leingja fongsulsrevsingina upp í 13 ár og 5 mánaðir
 
20.12.2017 - 09:19

Heimskendi ítróttarmaðurin í frælsum ítrótti, Oscar Pistorius, fer at kæra dómin um at leingja fongsulsrevsingina upp í 13 ár og 5 mánaðir til suðurafrikanska grundlógardómstólin, sigur tíðindastovan, Eye Witness News.

Oscar Pistorius er dømdur fyri at hava dripið unnustu sína, Reevu Steenkamp.

Hann varð fongslaður í juli í fjør, eftir at verða funnin sekur í at hava hava dripið unnustu sína í íbúðini í 2013.

Hann skeyt fýra skot gjøgnum eina hurð í baðirúminum. Pistorius segði, at hann skeyt, tí hann helt, at onkur ætlaði at bróta inn.

Men dómararnir komu til ta niðurstøðu, at hann var komin til ilnar við unnustuna, og tí skeyt hann hana.

Pistorius varð dømdur seks ára fongsulsrevsing, men ákæruvaldið varð ikki nøgt við dómin, og tað helt hægsti kærudómstólurin heldur ikki, tí í november meira enn tvífaldaði hann revsingina upp í 13 ár og fimm mánaðir.

Tað er henda dómin, sum Oscar Pistorius nú fer at kæra til grundlógardómstólin í Suðurafrika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155