Yvirgangsatsókn í kristnari kirkju í Pakistan

Yvirgangsatsókn í kristnari kirkju í Pakistan
Fleir persónar hava fingið skaða, og fleiri eru deyð í eini sjálvmorðsbumbuatsókn
 
17.12.2017 - 11:05

Tveir sjálvmorðsbumbumenn hava lopið á eina kristna kirkju í Pakistan. Enn er ógreitt, júst hvussu nógv eru deyð og særd, tí tíðindastovurnar eru ymiskar á máli um hetta.

Tað veit Ritzau at siga.

Sambært AFP hava fimm fólk latið lív og 15 eru særd, meðan Reuers sigur at ein persóur hevur latið lív. AP boðar frá, at fýra fólk eru deyð.

Innanríkisráðharrin í landslutinum Baluchistan, Sarfaraz Bugti, sigur sambært AP, at fleiri hundrað kirkjufólk var í kirkjuni herfyri.

- Vanliga plaga eini 250 fólk at vera til gudstænastuna, men nú á jólum koma eini 400 fólk í kirkju, sigur innanríkisráðharrin við AP.

Innanríkisráðharrin uplýsir, at ein av teimum báðum brotsmonnunum bleiv dripin við inngongdina til kirkjuna, meðan hin sprongdi seg sjálvan í luftina inni í kirkjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155