- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA hevur brúkt milliónir at kanna UFO
Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, hevur í nøkur ár brúkt fleiri milliónir dollarar til at kanna ymiskar frágreiðingar um ókend fyribrigdi í luftini - UFO.
Hetta váttaði Pentagon fyri fyrstu ferð í gjár, leygardagin.
Sambært New York Times og Politico hevur USA brúkt 22 milliónir dollarar hvørt ár í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2012 til verkætlanina ”Advanced Aerospace Threat Identification Programme”
Tað var amerikanski senatorurin, Harry Reid, ið tók stig til verkætlanina.
Verkætlanin bleiv niðurløgd í 2012, men embætisfólk í verjumálaráðnum arbeiða framvegis við at kanna ókend fyribrigdi í luftini, skrivar The New York Times.
Talsmaðurin í Pentagon, Laura Ochoa, sigur við tíðindastovuna, Reuters, at verkætlanin bleiv niðurløgd, tí raðfestingarnar blivu broyttar. Hon vil tó ikki avsanna, at verjumálaráðið framvegis kannar UFO.
- Verjumálaráðið tekur allar hóttanir og møguligar hóttanir móti okkara fólki, okkara virðum og okkara arbeiði í størsta álvara, sigur Laura Ochoa.