- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurkorea størsta kjarnorkuveldi
Almennir miðlar í Norðurkorea boða nú frá, at Kim Jong-un hevur sett sær fyri at gera Norðurkorea til heimsins størsta kjarnorkuveldi.
Boðini komu frá leiðaranum, tá hann í vikuni hitti umboð fyri tey sum menna vápn í landinum.
Tann 28. november skjeyt Norðurkorea eina rakett, sum kann raka øll mál í USA, sambært teimum sjálvum.
Heimurin hevur gjørt vart við seg, síðani rakettin varð skotin.
Sendimaðurin hjá ST, Jeffrey Feltman, og eftir vitjanina sigur hann, at myndugleikarnir í Norðurkorea eru samdir í, at neyðugt er at forða fyri kríggi.
Hann er mest týðandi umboð hjá ST sum hevur vitjað Norðurkorea síðani í 2010. Hann heitti á Norðurkorea um at halda samskiftið viðlíka.
Greiðu boðini úr Norðurkorea vóru kortini, at landið fer at lurta eftir tí sum verður ført fram, men bindur seg ikki til nakað sum helst, sigur Feltman.
Kortini sigur hann seg vóna, at samskiftið heldur fram, ogat veruligar samráðingar fáast í lag.
ST hevur upplýst, at tað var Norðurkorea sum ynskti at hitta umboð fyri ST.