Størri amerikanskt hernaðarvirksemi í Keflavík

Størri amerikanskt hernaðarvirksemi í Keflavík
Hangararnir skulu umvælast og brúkast til støð hjá átta flogførum, ið hava eftirlit við russiskum kavbátum í Norðuratlantshavi.
Keflavík
Mynd: Savnsmynd  
 
10.12.2017 - 15:57

 

Amerikansku hangararnir á flogvøllinum í Keflavík skulu umvælast fyri 14 milliónir dollarar ella slakar 90 milliónir krónur.

Tað hevur amerikanska kongressin samtykt, og lógin bíðar bert eftir undirskrift forsetans.

Amerikanska sjóverjan skal brúka hangararnar í Keflavík til flogfør, sum eru serútgjørd at leita eftir kavbátum við.

Russiska kavbátavirksemið økist

Amerikanarar hava 59 slík flogfør og átta teirra skulu hava støð í Íslandi, tí russiska kavbátavirðkemið í Norðuratlantshavi økist, serliga nærhendis Íslandi, skrivar Iceland-review.

Ein talsmaður fyri amerikanska verjumálaráðið sigur við blaðið, at Rusland økir um kavbátavirksemið í Norðuratlantshavi fyri at verða nærri amerikansku eysturstrondini, um ein kreppa skuldi tikið seg upp.

Magnus Nordenmann, serfrøðingur á amerikanska stovninum Atlantic Council í Washington, sigur, at Ísland aftur fer at gerast eins týðandi og tað var undir kalda krígnum, tí úr Íslandi ber til at halda eyga við virksemi Russlands í Norðuratlantshavi.

Ísland er í eini strategiskari lyklastøðu, og kann samanberast við ein flogbera í miðum Atlantshavi, ein flogbera, ið ikki ber til at søkkja, og sum flogfør kunnu flúgva til og frá, sigur Magnus Nordenmann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155