- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu forvinna pengar fyri okkara talgildu spor
DR skrivar, at nýggja lóggávan um persónsdátur styrkir upphavsrættindini hjá einstaklinginum mótvegis fyritøkum, sum forvinna sera nógvan pening uppá slóðirnar hjá kundabólkum á netinum.
Lógin fær gildi í mai.
- Í dag liva sera mangar fyritøkur av okkara upplýsingum. Hetta er handil við dátum. Við nýggju reglunum fáa vit brúkarar rætt til at flyta upplýsingar millum fyritøkur og fáa tamarhald á okkara egnu dátur, sigur Anette Høyrup, sum er leiðandi løgfrøðingur í danska Brúkararáðnum.
Einstaklingar fáa í vár rætt til at savna, strika, rætta ella flyta persónligar upplýsingar, og tað heldur Birgitte Hass frá IT-Branchen eisini fer at geva nýggjar møguleikar.
- Nú verður tað endaliga staðfest, at dátur eru tín ogn og ikki ognin hjá fyritøkum. Hetta er samstundis eisini ein møguleiki fyri størri kapping um tað, sum hevur alt at siga fyri marknaðarstøðuna hjá fyritøkunum: nevniliga at kenna sínar kundar betri enn kappingarneytarnir gera, sigur Birgitte Hass við Danmarks Radio.