Norskur laksur til Kina

Norskur laksur til Kina
Síðstu viku seldu norskir alarir 216 tons av laksi til Kina. Tað er munandi meira enn tey um 40 tonsini, sum eru seld um vikuna, seinastu tvey árini
 
04.12.2017 - 12:09

Norska alivinnan fegnast nú tað vísir seg,at verulig gongd er komin á aftur útflutningin av laksi til Kina. Í farnu viku seldu norsku alararnir 216 tons av laksi til Kina, og tað er munandi meira enn tey um 40 tonsini, sum eru seld um vikuna, seinastu tvey árini.

Útflutningurin av norskum laksi til Kina er vaksin fimm vikur á rað, og er nú tann mesti í tvey ár.

Kina avmarkaði innflutningin av norskum laksi, eftir at norska Nobel-nevndin í 2010 gav friðarheiðurslønina til norska andstøðingin, Liu Xiaobo. Avgerðin hevði við sær, at Kina lat norskan laks liggja á goymslu í langa tíð, so hann ikki var toll-avgreiddur, og útflutningurin minkaði spakuliga.

Í mai í ár gjørdi norski fiskimálaráðharrin, Per Sandberg, eina nýggja avtalu við kinesisku myndugleikarnar, og tað fekk gongd á aftur útflutningin. Tað hevur kortini tikið drúgva tíð at fáa veruliga gongd á, men nú tykist ein endalig loysn at vera funnin.

Nú verður norskur laksur útfluttur bæði til Beijing og Shanghai, og tí tykist verulig gongd at verða komin á aftur norska útflutningin til Kina, sigur umboðsmaðurin hjá Noreg í Kina, Sigmund Bjørgo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805