- Tíðindi, mentan og ítróttur
NorðurKorea hóttir
NorðurKorea hóttir
Heimurin er ørkymlaður eftir, at Norðurkorea aftur í farnu viku sendi eina rakett, sum stórt sæð kann raka mál í øllum heiminum.
04.12.2017 - 11:52
Rakettin varð skotin týsdagin í farnu viku, og hon skal hava ferðast 4.400 kilomatrar yvir jørðini. Er tað rætt, so fleyg hon 10 ferðir hægri enn altjóða rúmdarstøðin, ISS.
Og tí eru serfrøðingar samdir um, at um hon fleyg lægri, so hevði hon so at siga kunnað rakt mál á eysturstrondini í USA og eisini nærum øll mál á jørðini.
USA hevur mælt til at herða tiltøkini ímóti Norðurkorea, men Rusland og Kina taka ikki undir við ætlanini.
Serfrøðingar eru á einum máli um, at støðan er spentari enn nakrantíð, og at dubbingin sum Norðurkorea stendur fyri, má takast í størsta álvara.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV