Nýggj fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland

Nýggj fiskiveiðiavtala millum Føroyar og Russland
Russland tekur undir við, at eitt føroyskt rækjuskip kann fiska á norðaru leiðunum, eftir at londini hava havt formligt brævasamskifti um hetta
Fiskivinnusamráðingar hava verið í Havn 30. november og 1. desember. 
Mynd: savn  
 
03.12.2017 - 10:02

Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin undir fiskiveiðiavtalu fyri 2018, eftir at samráðingar hava verið í Havn 30. november og 1. desember. 

Hetta var 41. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini, og 27. november í ár vóru 40 ár liðin, síðani fyrsta sínámillum fiskiveiðiavtalan varð undirskrivað millum londini.

Mynstrið hevur vanliga verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi, og avtalan fyri 2018 er einki undantak.

Botnfiskastovnarnir í Barentshavinum eru í minking, og merkti hetta eisini avtaluna millum Føroyar og Russland fyri 2018. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður 16.800 tons og hýsukvotan 1.680 tons í 2018. Talan er um eina lækking á 12,5 % í mun til í ár. Kvoturnar av flatfiski og rækjum verða óbroyttar, og verða tær ávikavist 900 tons og 5.000 tons.

Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018 verður óbroytt 81.000 tons, ímeðan ein niðurskurður er í russisku kvotunum av makreli og norðhavssild. 

Russiska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður 13.600 tons, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 9.100 tons av sild. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni í føroyskum sjógvi, sum Russlandi verður tillutað at fiska í altjóða sjógvi í 2018. Endalig semja er ikki gjørd hesum viðvíkjandi enn, og ítøkiliga nøgdin verður tí avgjørd umvegis samskifti seinni.

Russland tekur nú undir við, at eitt føroyskt rækjuskip kann fiska á norðaru leiðunum, eftir at londini hava havt formligt brævasamskifti hesum viðvíkjandi. 

Hóast talan ikki er um loysnir, sum ganga øllum føroyskum ynskjum á møti, er talan um eitt stig rætta vegin, verður sagt í tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990