- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk jólagudstænasta í Oslo
Føroysk jólagudstænasta í Oslo
Í dag er árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo
03.12.2017 - 10:47
Gudstænastan, sum byrjar klokkan 16, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár. Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum.
Prestur er Hildigunn Hauge-Dalsgarð. Kirkjukaffi er aftaná gudstænastuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV