- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kravið um landsroyndir bara strikað næsta vár
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sleppur bara at strika landsroyndirnar næsta ár.
Tað sigur Mentanarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur viðgjørt uppskotið hjá landsstýriskvinnuni um, at tað í ávísum førum skal bera til at víkja frá kravinum um landsroyndir.
Nevndin hevur tosað við Kommunufelagið, Heim og Skúla, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og landsstýriskvinnuna í mentamálum.
Ikki strikast heilt
Hoyringin gav ábendingar um, at semja er um, at landsroyndir eiga at halda fram, men brúk er fyri skotbrái at finna røttu KT-loysnina og eftirmeta landsroyndirnar sum heild.
Tí heldur Mentanarnevndin, at rættast er at avmarka lógarbroytingina til skúlaárið 2017-2018.
Nevndin mælir tí til, at lógarbroytingin verður bara galdandi frá 1.januar til 1.juli 2018.
Tí ber bara til næsta vár í ávísum førum at víkja frá kravinum um landsroyndir.