- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansa aftur í New York
Tað er borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, sum hevur skrivað undir nýggja lóg, sum setur úr gildi 91 ára gamla forboðið móti at dansa á barrum, klubbum og matstovum í býnum.
Lógin varð sett í verk í 1926, og tá varð lógin skýrd at vera rasistisk, tí hon rakti mest jazz-klubbarnar í Harlem, har svørt og hvít komu saman um tónleikin.
Ringt at fáa loyvi
Bara umleið 100 av teimum 22-túsund barrunum, matstovunum og klubbunum í New York hava dansiloyvi.
Í 1990-unum nýtti táverandi borgarstjórin, Rudy Giuliani, lógina til at raka náttklubbar í stríðnum móti kriminaliteti.
- Vit skriva nú 2017, og hendan lógin gevur onga meining. Náttarlívið er partur av tí, sum New York er, og fær fólk at koma saman, sigur Bill de Blasio, borgarstjóri.
Nú lógin verður sett úr gildi, skal New York hava ein borgarstjóra fyri náttarlívsmál, sum skal taka sær av samskiftinum millum ráðhúsið, íbúgvar og náttarlívsídnaðin, skrivar Ritzau.