Bretland játtar at rinda fyri brexit

Bretland játtar at rinda fyri brexit
Tað er herkin biti at svølgja hjá teimum, sum vilja hava Bretland úr ES-samveldinum, at Bretland hevur játtað at rinda tað, sum Brexit kostar
 
29.11.2017 - 07:18

Keldur hava váttað fyri bretsku bløðunum, The Telegraph og Financial Times, at Bretland hevur játtað at rinda rokningina.

Bretland skal rinda fyri økispolitikkin, granskingarverkætlanir og ES-starvsfólk, sum hava fingið lyfti um pensjón. 

Tað er enn ógreitt, hvussu nógv tað fer at kostar. 

Rinda helvtina

Fyri at halda tíðarásettu skyldurnar, tá Bretland fer úr ES, hevur ES kravt 60 miljardir evrur, - slakar 450 miljardir krónur.  Stór ósemja hevur verið um hvørjar skyldur eru galdandi og hvørjar eru ikki, og ES hevur lagt fram langan lista uttan at áseta nakra upphædd. 

Seinni eru útrokningar gjørdar, og tá var úrslitið 100 miljónir evrur, - og tað er henda upphædd, sum The Telegraph og Financial Times nú skriva, at avtala er gjørd um at rinda hevtina av.

Sambært bløðunum hava ES og Bretland gjørt avtalu um, at Bretland skal rinda millum 45 og 55 miljardir evrur, - also millum 335 og slakar 410 miljardir krónur.

Ikki alt er avgreitt

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, tykist hava gingið meginpartinum av krøvunum frá ES á møti innan evstamarkið mánadagin, tá hon skal hitta ES-forsetan, Claud Juncker.

Tó eru borgararættindi og markið millum Írland og NorðurÍrland eftir at tosa um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155