Nýtt antibiotika vinnur á mótstøðuførum bakterium

Nýtt antibiotika vinnur á mótstøðuførum bakterium
Heilivágsfyritøkur hava ment fleiri nýggj sløg av antibiotika, sum vinna á bakterium, sum eru mótstøðuførar fyri gomlu sløgunum av antibiotika
 
28.11.2017 - 14:07

Thomas Tengtén, granskari, staðfestir, at nýggi heilivágurin er avgerandi fyri, tá fólk, sum hava antibiotikamótstøðuførar bakteriur í sær, skulu viðgerast, skrivar svenska kringvarpið.

Heilivágídnaðurin hevur leingi arbeitt við at finna nýtt antibiotika.

Thomas Tengtén er infektiónslækni og granskari við lærda háskúlan í Uppsala og er við í netverkinum, React, sum arbeiðir fyri at niðurberja trupulleikan av antibiotika-mótstøðuføri.

Hann sigur, at nýggi heilivágurin er satt gjøgnumbrot.

Royndir við menniskjum

Í minsta lagi fimm nýggj sløg av antibiotiskum heilivági verða nú brúkt í royndum við menniskjum. Tengtén væntar, at heilivágurin verður góðkendur, og síðani verður hann tikin í nýtslu á heilsuøkinum.

Ein orsøk til, at bakteriur eru vorðnar mótstøðuførar móti gomlum antibiotika-heilivági er, at hann er nýttur alt ov nógv.

Nú hevur tað alstóran týdning, at nýggi heilivágurin bara verður brúktur, tá tað veruliga er neyðugt. Annars er vandi fyri, at bakteriurnar eisini gerast mótstøðuførar móti nýggja heilivágnum.

Brúkast sum minst

Tað hevur verið dýrt hjá fyritøkum at menna nýggja heilivágin. Sostatt áttur fyritøkurnar at selt so stórar nøgdir av heilivágnum, sum møguligt, fyri at dekka útreiðslurnar. Men orsaka av trupulleikanum við mótstøðuføri, kunnu fyritøkurnar ikki tað, tí nýggi heilivágurin skal brúkast so lítið sum gjørligt. 

Thomas Tengtén sigur, at nýggi heilivágurin er ætlaður álvarsliga sjúkum á sjúkrahúsum. Heilivágurin verður sprændur beinleiðis inn í blóðið.

- Tað er í lagi, at nýggi heilivágurin verður dýrur, tí hann kann bjarga mannalívum, sigur Thomas Tengtén, granskari, við svenska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519