Løgmálaráðið hevur eitt útnorðurtoymi til lógir

Løgmálaráðið hevur eitt útnorðurtoymi til lógir
Eingin dagur er settur á føroysku rættargangslógina, sum verður endurskoðað og dagførd í Danmark
Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale. fólkatingsmanni.
 
28.11.2017 - 08:06

Danska Løgmálaráðið nevnir ongan dag, tá liðugt verður at endurskoða føroysku rættargangslógina.

Men arbeitt verður við málinum.

Tað er svarið, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fekk frá Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra, tá hann spurdi, hvussu líður við rættargangslógini og øðrum donskum lógum, sum eisini eru galdandi í Føroyum, og sum skulu endurskoðast og dagførast.

Ráðharrin svarar, at í 2015 setti Løgmálaráðið eitt útnorðurtoymi at viðgera Føroyar og Grønland.

Hetta toymið skal í samstarvi við føroyskar og grønlendskar myndugleikar fyrireika tær lógir, sum Løgmálaráðið skal seta í gildi í teimum báðum londunum. Teirra millum er føroyska rættargangslógin. 

Eingin dagur er tó nevndur í svarinum frá løgmálaráðharranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371