Miðflokkurin tikið seg úr samráðingunum

Miðflokkurin tikið seg úr samráðingunum
Bill Justinussen boðar frá á sínum facebook-vanga, at Miðflokkurin hevur tikið seg úr samráðingunum við samgonguna um møguligt samstarv
 
22.11.2017 - 01:00

Stevið hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur verið tungt. Ilt hevur verið at funnið semju um stór politisk mál - eitt nú fiskivinnunýskipanina.

Tað eru serliga tinglimirnir úr Javnaðarflokkinum Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, ið hava verið tungir at dansað við. Teir báðir taka ikki undir við fiskivinnunýskipanini, soleiðis sum hon sær út nú. Formenninir í samgonguni hava tí roynt at funnið aðrar loysnir, har teir seinastu tíðina hava samráðst við Jenisi av Rana og Bill Justinunssen úr Miðflokkinum. 

- Vit í Miðflokkinum hava eftirmett samráðingarfundin og eru samd um at boða Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá, at grundarlag er ikki fyri at halda fram, og at tað sostatt ikki verður nøkur nýggj samgonga skipað við Miðflokkin, sigur Jenis a Rana við In.fo.

Miðflokkurin kravdi eisini nógv frá samgonguni, um teir skuldu gerast ein partur av henni. Eitt nú ynsktu teir at broyta grundleggjandi viðurskifti í fiskivinnunýskipanini, har teir vildu hækka anti-trust markið, og harafturat vóru teir ikki so heitir fyri uppboðssølu. Eisini vildu teir seta sítt fingramerki á stjórnarskipanaruppskotið, har teir vildu, at ófødda barnið skuldi verða vart í uppskotinum. Broytingin av hjúnabandslógini vildu teir eisini hava út til fólkaatkvøðu. 

Hesi ynski hava víst seg at verið ov langt frá tí, sum samgongan vil, og tískil slitnaðu samráðingarnar í nátt. Samgongan er enn ikki heilskapað. Hon manglar enn tinglimir afturat sær, soleiðis hon fær talt upp í 17, tá fleiri av teimum stóru málunum hjá samgonguni, so sum fiskivinnunýskipanin, skulu atkvøðast um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035