- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytirnar mugu verða líka
Útoyggjafelagið heitir nú á landsstýrismannin Høgna Hoydal um at fáa viðurskiftini í rættlag viðvíkjandi verju av hóttum fuyglastovnum í rætt lag.
Felagið heldur, at tað gevur ikki meining at verja fugl við ikki at fleyga, tá hann verður skotin so skjótt, hann kemur á sjógv.
Í fleiri ár hava útoyggjarnar sjálvbodnar ikki fleyga, tá ein fuglastovnur er hóttur.
Men samstundis sum tey á útoyggj ikki brúka fuglatilfeingið, so fara onnur undir veiðu, so skjótt bútíðin er liðug.
Tá fer eitt stórt tal av bátum at veiða svartfugl í túsundatali, vil Útoyggjafelagið vera við.
- Útoyggjafólk fáa sær ikki til eginnýtslu, ikki so frægt sum eitt kók, men onnur veiða fuglin, ikki bara til eginnýtslu, men eisini til at selja fyri 175 krónur stykki, sigur Útoyggjafelagið.
Útoyggjafelagið sigur, at ger landsstýrismaðurin einki við málið, so fer Útoyggjafelagið at heita á grannastevnurnar um aftur at loyva at fleyga fugl á útoyggj.