- Tíðindi, mentan og ítróttur
EFTA limaskapur í bíðistøðu
EFTA limaskapur í bíðistøðu
Føroyar fara ikki at fáa EFTA limaskap í bræði
08.11.2017 - 09:15
Hóast EFTA ikki hevur sagt nei til føroyskan limaskap, eru útlit ikki fyri føroyskum limaskapi í EFTA í bræði. Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis og Vinnumálum, í svari til fíggjarnevndina hjá løgtinginum.
Nevndin hevur sent landsstýrismanninum fleiri spurnigningar í samband við uppskotið til fíggjarlóg. Í svarinum sigur landsstýrismaðurin, at Brexit hevur elvt til óvissu um handilsviðurskifti í Evropa og tí hava londini
ynskt at bíða við at taka spurningin um føroyskan EFTA limaskap upp, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV