- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mistak í faldara um kynsligan ágang
Fyrr í vikuni kunngjørdi ÍSF nýggjan faldara, ið kallast Tann óhoyrdi ágangurin.
Endamálið er, at hjálpa ítróttarfeløgum at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum.
Danska ítróttarsambandið útgav fyri nøkrum árum síðan ein líknandi faldara, sum eitur "Det uhørte overgreb".
Skeivt umsett
Føroyski faldarin er stórt sæð ein týðing av tí danska faldaranum, men í umsetingini er gjørt eitt mistak, sum hevur týdning.
Brotið snýr seg um, hvat skal gerast, tá illgruni er um kynsligan ágang móti barni í ítróttarfelagi.
Í danska stendur:
og í føroyska stendur soleiðis:
Í tí danska faldaranum verður viðmælt, at nevndin umrøður seg við tí, sum hevur illgrunan.
Í tí føroyska verður viðmælt, at nevndin umrøður seg við tí, sum er undir illgruna. Ein týdningarmikil munur.
ÍSF fer at rætta
Jarvin Feilberg Hansen, ítróttarráðgevi í ÍSF, sigur, at eitt mistak er komið fyri í umsetingini.
- Vit harmast um mistakið, og vit fara at rætta faldaran, sigur Jarvin Feilberg Hansen við Kringvarpið.