- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvir fundir í vinnunevndini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bjort.png?itok=9IyENQzJ)
Nógv hava fingið fundarboð í vinnunevndini at siga sína hugsan um uppskotið hja Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um nýggja fiskivinnuskipan.
Í gjár hevði nevndin fund við felagið Trolbátar, Lemmatrolarar, Rækjuskip, Nótaskip, Garnaskip, Thor, Meinhard Jacobsen og Árna M. Dam.
Mánadagin fara Vestmanna Seafood, PRG, Faroe Origin, Tummas Henriksen, Útlendingastovan, Kappingareftirlitið, Kommunufelagið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum á fund við vinnunevndina um fiskivinnulóggávuna.
Fundur verður eisini um málið týsdagin, og tá kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í vinnunevndina saman við Vørn og Havstovuni.
Liðugt í næstu viku
Nýggja forkvinnan í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at innkallingarnar verða lidnar í næstu viku, og 21 innkallingar eru sendar út til fundirnar.
Tey, sum nevndin vil hoyra nú, vóru eisini á fundi við nevndina fyrru ferð, hon viðgjørdi uppskotið um fiskivinnunýskipan.
Tað uppskotið datt burtur, tá tingið fór í summarfrí.
Bjørt Samuelsen sigur, at neyðugt er at hoyra allar partar aftur, tí uppskotið, sum nú er í tinginum, er nógv broytt samanborið við fyrra uppskotið.