Vinnunevndin vil hoyra øll eina ferð afturat

bannari
Vinnunevndin vil hoyra øll eina ferð afturat
Nógvar innkallingar eru eftir at avgreiða. Tær verða væntandi lidnar týsdagin, sigur forkvinnan
Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi er nú forkvinna í Vinnunevndini. Hon skal tí standa á odda fyri at fáa fiskivinnunýskipanina úr nevndini. Nær tað verður, veit hon ikki.
 
18.10.2017 - 09:04

Innkallingarnar í sambandi við nýskipanina av fiskivinnuni verða lidnar í næstu viku.

Annað enn tað vil nýggja forkvinnan í Vinnunevndini hjá løgtinginum, Bjørt Samuelsen, ikki siga um tíðarætlanina hjá nevndini, sum viðger uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipanina, sum skal koma í gildi á nýggjárinum.

Nevndin hevði fund fyrrapartin í gjár. Hon hevur fund aftur í morgin, fríggjadagin, mánadagin og týsdagin.

Nógvar innkallingar

21 innkallingar eru sendar út til teir fundirnar.

Tey, sum nevndin vil hoyra nú, vóru eisini á fundi við nevndina fyrru ferð, hon viðgjørdi uppskotið um fiskivinnunýskipan.  

Bjørt Samuelsen sigur, at neyðugt er at hoyra allar partar aftur, tí uppskotið, sum nú er í tinginum, er nógv broytt samanborið við fyrra uppskotið.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342